Hoydal: Vit hava einki frætt

Formaðurin í Tjóðveldi hevur ikki fingið nakra áheitan frá Sambandsflokkinum

Spenningur er í tinginum, nú Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, hevur fingið til klokkan 11 at finna út av, um hann megnar at finna eina aðra semju um samgongu enn hana, ið hann hevur arbeitt upp á við Fólkaflokkinum og Miðflokkinum.

Júst hvar samráðingarleiðarin er í løtuni er óvist, men tá hann kom út frá fundinum við Páll á Reynatúgvu, løgtingsformann, gjørdi hann greitt, at hann fyrst má á fund við sín egna tingbólk fyri at vita hvussu landið liggur.

Tann mest upplagdi møguleikin hjá samráðingarleiðaranum at royna, er at fáa eina samgongu í lag við Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, men nú ein hálvur tími er eftir til freistin er úti, hevur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, enn einki hoyrt frá Bárði Nielsen.

- Vit hava einki frætt frá Bárður Nielsen, men fylgja bara gongdini í fjølmiðlunum, sigur Høgni Hoydal í stuttari viðmerking, meðan hann situr á fundi við tingbólkin hjá Tjóðveldi á Gamla Apoteki.