- Tjóðveldisflokkurin tekur djúpa frástøðu frá úttalilsunum hjá Jógvani við Keldu. Hetta átti at fingið avleiðingar fyri landsstýrismannin beinanvegin, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum.
- Eg eri djúpt skelkaður av, at ein landsstýrismaður kann úttala seg soleiðis. Hetta er tekin um, at tað liggur ein ógvuliga ódámligur politikkur aftanfyri úttalilsini hjá Jógvani við Keldu, sigur Høgni Hoydal.