Hoydal spyr Fogh

Nú hevur Anders Fogh Rasmussen svarað Høgna Hoydal upp á hansara fyrispurning viðvíkjandi ES-grundlógini. Miðskeiðis í juni spurdi Høgni Hoydal um hvørt forsætisráðharrin helt tað vera í samsvari við fólkarættarligar grundreglur, at Danmark tekur avgerð um ES-grundlógina og tey fýra donsku fyrivarnini, uttan, at fólkið í Føroyum og Grønlandi verður spurt.
Anders Fogh Rasmussen svarar, at tá danir innlimaðu seg í EF, valdu Føroyar at verða uttanfyri. Forsætisráðharrin heldur, at lógirnar um innliman í EF og ES ikki eru galdandi fyri Føroyar. Hann sigur, at hetta er orsøkin til, at fólkaatkvøður ongantíð hava verið í Føroyum viðvíkjandi ES.
- So leingi sum ES-limaskapurin hjá Danmark ikki fevnir um Føroyar og Grønland, so ætlar stjórnin at halda fast um hesa mannagongd. Talan er um eina greiða, rættarliga støðu, sum ikki elvir til iva um hvørt fólkaræðisligar grundreglur verða hildnar, sigur Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, í svari til Høgna Hoydal, fólkatingslim.