Hoydal setur spurnatekin við Kára P

Høgni Hoydal hevur sent Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, ein fyrispurning um ólógliga fyrisiting hjá Kára P. Højgaard í sambandi við sáttmála við Copenhagen Infrasturucture Partners - harundir at binda landskassan og Løgtingið til endurgjald, um eitt mál ikki verður samtykt.

 

Høgni Hoydal vil vita, um løgmaður kann vátta, at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur skrivað undir uppá at veita endurgjald á 1 mió. kr. til eitt privat útlendskt felag, um ikki Løgtingið hevur samtykt eitt tingmál innan 31. august 2013 – og harvið skal víkja frá vanligum tíðarfreisum sambært tingskipanini.

 

Eisini spyr hann, um løgmaður heldur, at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur fyrisitið lógliga, um hann hevur bundið landskassan og skattgjaldaran til at gjalda endurgjald, um ikki Løgtingið avgreiðir eitt tingmál við at víkja frá vanligu tíðarfreistunum.

 

Høgni Hoydal vil vita, um løgmaður heldur, at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur fyrisitið lógliga, og um tað er í samsvari við lóg um ábyrgd landsstýrisins, tá hann leggur lógaruppskot fyri tingið, har allir upplýsingar ikki eru lagdir við, og har upplýsingar verða afturhildnir, tá tingið viðger málið.

 

Harafturat vil Høgni Hoydal vita frá løgmanni, um hann hevur ætlanir um at loysa landsstýrismannin úr starvi og reisa eitt revsimál sambært lóg um ábyrgd landsstýrismanna.