Hoydal og Vestergaard kjakast um fiskivinnupolitikk í kvøld

Fyrrverandi fiskimálaráðharrin, Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, og núverandi fiskimálaráðharrin, Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, kjakast í Klaksvík í kvøld.

 

Tað er nógv at tríva í viðvíkjandi fiskivinnuni í dag og teir báðir fara at umrøða evnini.

 

Fiskivinnunýskipanin stendur frammaliga. 2018 er árið har ein nýggj skipan skal setast í verk og teir báðir fara at kjakast um hvussu hon skal síggja út.

 

Samgongan setti ein nýskipanarbólk niður fyrr í ár, ið skal koma við einum tilmæli hvussu fiskivinnan skal síggja út. Freistin var 01. august, men bólkurin hevur nú fingið eina longri freist, tí ikki var møguligt at gera eitt so umfatandi arbeiði á so stutta tíð.

 

Eisini verður nýggja uppboðsølan tikin upp og vend nakrar ferðir.

 

Høgni Hoydal og Jacob Vestergaard eru grundleggjandi ósamdir um hvussu fiskivinnan skal skipast og tí skuldi alt tala fyri, at kjakið verður lívligt og gott.

 

Fundurin verður á Skúlatrøð í Klaksvík, í kvøld kl. 19.

 

Vertur er Jón Brian Hvidtfeldt.