Hoydal og solidaritetur

Høgni Hoydal hevur aftur dummað seg dyggiliga. Hann kallar ósolidaritet og órættvísi fyri solidaritet. Han skjýtur upp, at allir undirsjóvartunnlar skulu leggjast í eitt felag at gjalda allar nýíløgur til útjaðaran framyvir. Tað er so ein hugsan, ið hann hevur. Vit, sum búgva her, ætla nakað annað. Tá Vágatunnilin er niðurgoldin, skal hon, sambart uppskotinum hon er bygd eftir, handast landinum. Eftir ætlan um eini 5-10 ár. Hereftir kostar onki at nýta tunnilin hjá nøkrum. Sama er galdandi fyri Norðoyatunnilin.Tað er ætlanin. Punktum!

At Høgni Hoydal misnýtir orðið solidaritet til at skumpa útreiðslur frá sær sjálvum til útjaðaran, verður als ikki góðtikið. Tí tað er ósolidariskt. Høgni Hoydal ætlar, at tey sum búgva í Vágum og Norðoyggjum í allari framtíð skulu gjalda fyri at gera ein Sandoyartunnil og síðan ein Suðuroyar tunnil.

Álvaratos, Høgni- hatta er bæði langt úti og ósolidariskt.

Latið okkum gera ein Sandoyar tunnil. Og latið okkum øll gjalda hann.