Hoydal: - Menningarkvoturnar latnar í dag

- Allir umsøkjarar fáa svar í dag, sigur Høgni Hoydal

Lanstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, boðaði fríggjadagin frá, at menningarkvoturnar fóru at verða latnar í gjár.

 

 

Men hvørki almenningurin ella tey, sum hava søkt um kvotu, fingu nakað at vita í gjár. Men nú sigur Høgni Hoydal, at allir umsøkjarar fáa boð í dag. 

 

 

- Allir umsøkjarar skulu hava svar samstundis, og tað fáa tey í dag, sigur Høgni Hoydal nú í viðmerking. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, var burturstaddur um vikuskiftið, men sum vit hava skilt, so gekk heimkoman til Føroyar ikki eftir ætlan. Landsstýrismaðurin skuldi koma fyrrapartin í gjár, men kom ikki til landið fyrr enn seint í gjárkvøldið.

 

 

Ein nevnd hevur gjørt eitt tilmæli um, hvussu menningarkvoturnar skulu útlutast, men formliga er tað landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, sum letur tær út.

 

 

Nevndin var liðug við sítt arbeiðið undan ólavsøku og síðani hevur fyrisitingin gjøgnumgingið allar umsóknirnar og  skrivað hvørjum einstøkum umsøkjara svar.

 

Eftir lógini um fyrisiting so skulu bæði tey, sum fáa kvotur og tey sum ikki fáa, hava eitt svar, sum grundgevur hví tey ikki fáa - ella fáa, menningarkvotur.