Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri, hevur í dag havt fund við Geir Haarde, íslendskan forsætisráðharra í sambandi við almennu vitjan sína í Íslandi
Á fundinum kunnaði Høgni Hoydal um nýggja landsstýrið í Føroyum og ætlanir sínar um at byggja upp og menna føroyska uttanríkistænastu. Eisini kunnaði Høgni um málini, ið vórðu viðgjørd á fundinum við Ingibjørg Sólrun Gísladóttir, uttanríkisráðharra, í gjár.
- Tað góða samstarvið millum Ísland og Føroyar varð staðfest, og tosað varð um at menna nýggj samstarvsøkir. Geir Haarde, forsætisráðhari, kunnaði um áleikandi politisk mál í Íslandi, harímillum spurningurin hvørt Ísland skal fáa sær evruna sum gjaldoyra og umrøðuna av íslendskum búskapi í ymsum fjølmiðlum, sigur Sendistova Føroya í Reykjavík.










