Hoydal dámar hugskotið

Fyrrverandi býararkitekturin dámar væl hugskotið við einum flótandi hotellið á vestaru vág. Hann ynskir tó, at hotellið verður flutt nærri timburhandlinum hjá Valdemar Lützen og at ein loysn verður funnin við ferðsluviðurskiftunum á Skálatrø

Fyrrverandi býararkitekturin, Gunnar Hoydal, heldur, at hugskotið við flótandi hotellinum ikki er so galið.
– Mær dámar væl tankan. Vit hava sæð líknandi hús aðrastaðni, og tað gevur havnalagnnum nakað heilt serligt, sigur Gunnar Hoydal.
Hann vísir á, at vestara vág er full av lívi og at har er stuttligt at vera, og at tað í so máta er tað besta stað í býnum.
Reint arkitektoniskt kundi helst onkrar broytingar verið gjørdar við bygninginum, sigur Gunnar Hoydal, men vísir tó á, at bygningurin roynir at vera lítillátin og ikki koma fyri hinar.
– Undir givnu umstøðum, so sær tað ikki galið út, sigur fyrrverandi býararkitekturin.

Mugu ansa eftir
Gunnar Hoydal heldur tó fast um týdningin av, at atlit eisini vera tikin fyri verandi húsum niðri við havnalagið.
– Vit mugu ansa eftir verandi húsum. Út frá uppskotinum sæst, at fyrireikararnir hava roynt at lagt hotellið so lágt sum gjørligt, men mær hevði dámað enn betur, um tað eisini varð flutt longur yviri móti Skálatrø, sigur Gunnar Hoydal.
Hansara ynski er, at nýggja flótihotellið ikki skal taka nakað frá Müllers og Skeiva Pakkhúsi, og tí hevði honum dámað betur, um hotellið varð vent og snara soleiðis, at tað lá út fyri bygningin, har millum annað timburhandilin hjá Valdemar Lützen er.

Skálatrø ein trupulleiki
Men hetta er ikki einasti trupulleikin, sum Gunnar Hoydal ynskir loystan. Hann sær eisini trupulleikar við plaseringini av hotellinum í mun til ferðsluna.
– Tað verður ein trupulleiki at sleppa til og frá hotellinum. Ferðslan til og frá Skálatrø er í dag hopileys, og tað verður ikki betri, um eitt hotell kemur har eisini, sigur Gunnar Hoydal, sum ynskir at fáa eitt samband millum Skálatrø og J.C Svabos gøtu, í staðin fyri Sigmundargøtu.
Spurdur um, at eitt samband millum Skálatrø og J.C Svabos gøtu er ein fortreyt fyri einum hotellið sum hesum, svarar Gunnar Hoydal, at hann skal ikki siga, at tað er ein fortreyt, men at tað má finnast ein loysn upp á handa trupulleikan.