Howard Webb gevst at døma

43 ára gamli dómarin Howard Webb boðar í dag frá, at hann gevst at døma

Eftir at hava dømt yvir 500 dystir í vaksmannafótbólt, hevur dómarin Howard Webb valt at leggja floytuna á hillina.

 

Howard Webb boðar í dag frá, at hann gevst at døma beinavegin. Orsøkin til at hann gevst, er tí at Howard Webb hevur fingið starv hjá enska dómarasambandinum sum ráðgevi.

 

Umframt eina rúgvu av dystum í Premier League hevur Howard Webb eisini dømt eina HM finalu og eina Champions League finalu. Báðar í 2010.