Hovstunnilin letur upp í oktober

Hovstunnilin verður sambært landstýismanninum við Vinnumálum allarhelst tikin í nýtslu um ein góðan mánað. Í svari til fyrispurning frá løgtingsmonnunum Hergeiri Nielsen og Jóhan Dahl um tunnilin, segði landstýrismaðurin í morgun, at tunnilin ikki enn var tøkniliga liðugur, men at hetta arbeiðið í næstum fór at verða gjørt. Bjarni Djurholm vísti á, at eitt ivamál er viðvíkjandi vanda fyri omanlopi Tvøroyramegin. Tí er ætlanin at gera ein portal við tunnilsmunnan. Um hetta arbeiðið verður gjørt nú, verður upplatingin av tunnilinum nakað seinkað. Ein annar møguleiki er sambært landstýrismanninum, at man ger ein fyribils loysn, og so letur tunnilin aftur eitt tíðarskeið næsta summar, tá arbeiðið skal gerast.