Hovstunnilin fer nú í gongd

Landsverk og íslendska felagið Ístak hava nú skrivað undir ein sáttamála um at gera Hovstunnilin, sum er tunnilin millum Hov og Øravík. Arbeiðið fer í gongd beinanvegin og verður liðug um hálvttriðja ár.

Suðuroy: Ætlaninar við Hovstunnlinum hava verið ávegis í fleiri ár og eru eisini broyttar nakrar ferðir, áðrenn endaligu linjuføringina, sum nú er løgd.
Seinastu vikurnar hava Landsverk og SEV gjørt klárt Øravíkarmegin til at arbeiðið uppá Hovstunnilin skuldi kunna fara ígongd.
Nú er so sáttmálin undirskrivaður, og er nú greitt, at Hovstunnilin verður liðugur í desember mánað 2007. Væntandi verður skotið ígjøgnum í november mánaði næsta ár.
Kostnaðurin fyri samlaðu verkætlanina er umleið 150 mió. kr., av hesum fevnir sáttmálin við Ístak um 126,7 mió. kr. Restin fevnir um ymisk arbeiði, sum Landsverk skal standa fyri, skrivar Suðurrás.
Longdin á nýggja tunlinum verur 2,450 kilometrar.