Hovbingar undir kloakk

? Bygdarráðið í Hovi hevur hevur nú sett sær fyri at gera kloakkirnar í bygdini lidnar

 

Umhvørvispolitikkur


Nú skulu kloakkirnar í Hovi gerast lidnar.

Tað samtykti bygdarráðið á fundi leygardagin.

Í einum parti av bygdini, eru kloakkirnar lagdar av nýggjum, men enn er ein stórur partur eftir. Tað er allur tann uttari parturin í bygdini, frá kirkjuni og úteftir, har kloakkirnar enn ikki eru lagdar. Samstundis eru tað framvegis einstøk hús, sum ikki enn hava fingið rottanga.

Bygdarráðið í Hovi hevur nú sett sær fyri at fáa hesi viðurskiftini í rættlag.

Bygdarráðið samtykti at fáa arbeiðið projekterað at leggja nýggja kloakk í tí partinum av bygdini, sum er eftir. Samstundis skal arbeiðið kostnaðarmetast.

Hov er ikki av peningasterkastu kommunum, so tað verður ikki talan um at gera arbeiðið í einum. Tí er neyðugt at toyggja arbeiðið yvir nøkur ár, men ætlanin er so at fáa gongd á arbeiðið aftur.

Samstundis fáa tey húski, sum framvegis ikki hava rottanga, bræv frá kommununi við boðum um at fáa hetta í rættlag nú.

Kommunan hevur áður álagt teimum at fáa sær rottanga, men tað hevur ikki hjálpt. Men nú fáa tey boð um at fáa rottanga til húsini.

Bygdarráðið vísur á, at eftir lógini skulu øll hús verða bundin í kloakk í seinasta lagi í 2010.