Fyri fyrstu ferð í mong ár noyðast fólk í Hovi at spara vatn orsakað av turki Hovs Kommuna heitir nú á fólkið í bygdini um at spara vatn.
Borgarstjórin í Hovi, Delmar Tausen, sigur við Suðuroyarportalin, at tað eru nógv ár síðani, at teir hava manglað vatn í Hovi, men óvanligi turkurin hesaferð hevur so nú ført við sær, at vatnbrunnurin er næstan tómur.
Vatnbrunnurin í Hovi tekur umleið 85 tons, men í Hovi eru teir lidnir at gera ein nýggjan brunn, sum tekur 508 tons, so tað verður neyvan aftur, at hovbingar koma at mangla vatn.
Kelda: Suðuroyarportalurin










