Hovbingar siga tvørt nei

Teir vilja ikki hoyra talan um at kommunan skal býtast í tvey, um so er, at Suðuroyggin verður løgd saman í tvær kommunur

-Tað verður neyvan við góðum at hovbingar fara at goðtaka, at kommunan verður koyrd í tvey

Tað heldur Asbjørn Berg, bygdaráðsformaður í Hovi.

Sostatt skal landsstýrið ikki vænta sær hjálp úr Hovi til at flyta kommunumarkið, so at ein partur av Hovs kommunum verður lagdur afturat Tvøroyrar Kommunu

Sum greitt er frá í greinini ?Ætla at kloyva Suðuroy í tvey eftir Hovsegg?, er tað annars ætlanin hjá Landsstýrinum, at verður Suðuroyggin løgd saman til tvær kommunur, skal kommunumarkið hjá Hovi flytast, so at ein stórur partur av Hovs kommunu verður lagdur afturat teirri norðar kommununi í Hovi, ímeðan bygdin sjálv verður løgd afturat teirri syðru kommununi.

Ásbjørn Berg sigur, at bygdaráðið hevur ikki viðgjørt málið nú,

- Men tað er ein gomul ætlan at flytakommunumarkið, um Suðuroyggin verður løgd saman í tvær kommunur. Og vit hava umrøtt málið fyrr, og tá var einmælt samtykt, at tað varð als ikki góðtikið at kommunumarkið verður flutt.

Hann væntar eisini, at tað komandi bygdaráðið, sum skal taka við á nýggjárinum fer at taka somu støðu.

Bygdaráðsformaðurin sigur, at í Hovi eru tey slett ikki sinnað fyri at leggja saman við nøkrum, uttan so, at øll Suðuroyggin verður ein kommuna.