Hov er vælegnað

   

Jacob Poulsen
kommunustýrislimur í Sumba
????

Tá ið landsstýrið hevur ætlanir um at byggja skúlar í Suðuroynni so sum miðnámsskúla og aðrar skúlar, ja, ein skúladepil, so er tað rætt at byggja hesar skúlar í Hovi. Hov liggur mitt í oynni, og tá ein tunnil er komin millum Øravík og Hov, er ongin trupulleiki hvar ein býr í oynni. Hetta kemur so avgjørt at verða til stórt gagn fyri Suðuroynna. Upprunaliga varð miðnámsskúlin lagdur í Hovi, men síðan bleiv hann fluttur til Vágs.
Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaðurin í almanna/heilsumálum, Hans Pauli Strøm, og landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, vóru á fundi við Vágs kommunu tann 11. september og við sær høvdu teir eitt tilboð til Vágs kommunu at flyta miðnámsskúlan til Hovs, við tað at eitt ellis/røktarheim verður bygt í Vági á staðnum, har sum grivið er út fyri miðnámsskúlanum.
Vágs kommuna tekur ikki av tilboðnum frá landsstýrinum at byggja ellis/ røktarheim, sum hevði kunnað givið 35 nýggj arbeiðspláss í oynni. Har gjørdi Vágs kommuna eitt álvarsligt mistak. Tí undrar tað meg, tá ið so nógv fólk eru arbeiðsleys í oynni, tað vita borgarstjórin Jógvan Krosslá og kommunustýrislimir í Vági av.
Men tá nú landsstýrið hevur ætlanir at byggja ellis/røktarheim í Suðuroynni, tá áttu teir at kunna hinar kommunurnar um ætlanina, tí kommunurnar eru jú ein partur av byggingini. Suðuroyggin er ikki bara Tvøroyri og Vágur, og tí skulu aðrar kommunur takast við í tær ætlanir, sum landsstýrið skal fremja í framtíðini, eisini tá hugsað verður um, at Suðuroyggin møguliga verður ein kommuna um ikki so langa tíð.
Tá landsstýri og kommunur ætla at byggja ellis/ røktarheim í Suðuroynni, so er ein rúgva av møguleikum, eg fari á komandi fundi í kommununi at hava eitt uppskot um, at Sumbiar kommuna skal útvega eitt grundstykki klárt til at byggja eitt ellis/røktarheim, sum kemur at nøkta tørvin í Suðuroynni langt fram í tíðina. Tá ið okkara ungdómur er liðugur við sína útbúgving, tað verið seg her á landi ella í øðrum londum, so skal hann hava eitt arbeiði at koma til her í Suðuroynni. Men nú vísir tað seg at onki arbeiði er at finna, tí haldi eg at landsstýrið skal leggja almennar stovnar út um landið, soleiðis at Suðuroyggin fær sín part.
Kommunurnar/kommunan her í oynnu mugu virka til at skapa karmarnar so góðar sum møguligt fyri nýggjum arbeiðsplássum/ vinnulívinum, soleiðis at tað kann lata seg gera hjá landsstýrinum at leggja stovnar til Suðuroynna.