Tað er líka mikið hvørjum flaggi skipini sigla undir, og líka mikið hvør eigur.
– Um Gazageirin ikki fær mat og heilivág, sum brúk er fyri, fara øll skipini í Reyða Havinum, sum eru á veg til Ísrael, líkamikið tjóðskap at vera mál hjá vápnaðu deildum okkara, segði ein talsmaður fyri houtiarnar í gjár.
Bólkurin ávarar eisini øll shippingfeløg ímóti at hava nakað at gera við ísraelskar havnir.
Houtiararnir, sum hava valdið í stórum pørtum av Yemen, hava áður lopið á og tikið fleiri skip, sum teir halda hava samband við Ísrael.
Bólkurin hevur eisini skotið fleiri rakettir og sent dronur við spreingievni ímóti Ísrael.
/ritzau/Reuters