House of Cards aftur fyrst í november

Nú kunnu fjepparar byrja at gleða seg - nýggir partar verða tøkir 2. november

Fjepparar av sendirøðini House of Cards kunnu nú byrja at gleða seg til aftur at fylgja við í politiska rokinum í Hvíta Húsinum í Washington. Nýggir partar av House of Cards verða at síggja 2. november.

 

Á sosialu miðlunum hjá sendirøðini er mynd løgd út av nýggja forsetanum, Claire Underwood, har hon situr stolt og yvirlegin í stóli, sum ivaleyst skal fyristilla stólinum í Lincoln Memorial, minnisvarða av Abraham Lincoln. Aftrat er eitt stutt videobrot av Claire Underwood við tekstinum #MyTurn (#MíttTørn).

 

Hetta verður sostatt sætta og síðsta sesong av væl umtóktu Netflix-sendirøðini. Netflix hevur fyrr í ár verið úti við brellbitum úr nýggju sesongini, men einki ávíst dato hevur verið almannakunngjørt fyrr enn nú.

 

Sætta sesongin verður tó uttan Kevin Spacey, ið hevur havt høvuðsleiklutin sum korrupti og væl talandi Francis Underwood í undanfarnu sesongunum. Hann er eftir nógvar atfinningar og ákærur um kynsligan ágang avskrivaður úr sendirøðini. Hvussu House of Cards verður uttan hann, fáa vit at síggja 2. november. 

 

Nógvar viðmerkingar eru til myndina, og fleiri av viðmerkjarunum eru samdir um, at sendirøðin ikki verður tann sama uttan Frank Underwood, sum sat sum amerikanskur forseti í stórum parti av røðini. 

 

Í síðstu sesongini verða einans seks partar, og allir partarnir koma út samstundis á stroymingstænastuni, Netflix. 

 

House of Cards er grundað á eina bretska sendirøð við sama navni frá 1990 og hevur, síðan hon byrjaði í 2013, verið tald millum best umtóktu sendirøðir yvirhøvur.