Houllier er Villa venjari

Á tíðindafundi í dag varð 63-ára gamli Gerard Houllier presenteraður sum nýggjar venjari hjá enska Premier League felagnum, Aston Villa. Hann hevur skrivað undir ein trý ára sáttmála.

 

- Tað er ein stórur heiður fyri meg, at gerast nýggjur Aston Villa venjari. Felagið hevur stórar ambitiónir og eg eri glaður fyri at verða ein partur av teimum, sigur Gerard Houllier.

 

Tað er framvegis ógreitt, hvør verður nýggjur hjálparvenjari. Fyrst var Phil Thompson uppá tal. Honum arbeiddi Gerard Houllier saman við í tíðarskeiðinum frá 1998 til 2004 í Liverpool. Phil Thompson hevur tó ikki tikið av møguleikanum hesaferð. Heldur ikki Kevin MacDonald, sum hevur staðið á odda fyri besta liðnum hjá Aston Villa síðani Martin O?Neill gavst, hevur tikið av møguleikanum at gerast hjálparvenjari.

 

- Eg havi tosa við Kevin og hann vil heldur sleppa aftur til sítt gamla arbeiði sum eykaliðsvenjari, sigur Gerard Houllier.

 

Aston Villa skal mánakvøldið spæla á útivølli ímóti Stoke, men Gerard Houllier verður við róðrið tá. Tað er enn óvist, nær hann tekur yvir sum venjari.