Í gjár heitti aðalskrivarin hjá UEFA, Gianni Infantino, á FIFA um at útseta forsetavalið, sum eftir ætlan skal vera í morgin, og í dag heitir forsetin í UEFA, Michel Platini, á Sepp Blatter, forsetan í FIFA, um ikki at stilla upp aftur.
- Um harra Blatter vinnur valið, fer UEFA at savnast í Berlin fyri at kjakast um okkara framtíð í FIFA, segði Michel Platini á tíðindafundi í morgun, sum eisini hótti við at Evropa kundi fara at boykotta komandi HM-endaspæl í Russlandi.
Michel Platini greiddi á tíðindafundinum frá, at hann persónliga hevur biðið Sepp Blatter, sum hann umtalaði sum sín vin, um at leggja frá sær sum forseti. Umbønin var tó ikki eftirlíkað.
Michel Platini hevur eisini heitt á øll limalondini hjá UEFA um at stuðla mótvalevninum hjá Sepp Blatter, Ali, prinsi í Jordan.
- Eg havi fingið nokk av FIFA. Nokk er nokk. Hetta er ikki gott fyri okkara umdømi. Eg skal vera tann fyrsti at siga, at hetta er andstyggiligt, segði Platini um ákærurnar um mutur, sum hava ført til, at sveisiska løgreglan í gjár handtók seks limir í FIFA.