Ein maður var í Føroya rætti í dag dømdur fýra mánaðir fongsulsrevsing fyri tvær ferðir at hava hótt løgreglumenn eftir lívinum.
Fyrra hendingin var í Kastrup, síðst í august mánaði. Júst komin úr flogfarinum, møtir maðurin, sum fyrr er dømdur fyri harðskap og hóttanir, einum løgreglumanni. Løgreglumaðurin er har í privatum ørindum, men maðurin fer beina leið yvir at spyrja, um hann man vera komin eftir sær.
Løgreglumaðurin svarar sum er, at tað er hann ikki. Maðurin sigur síðani við løgreglumannin at hann hatar hann og allar aðrar løgreglumenn og at í seinnu helvt av septembur, skal hann syrgja fyri at rættvísi valdar og skjóta løgreglumenninar í Føroyum.
- Tá er bara spurningurin um, hvussu nógvir av tykkum fella fyri kúlunum, segði maðurin sambært ákæranum.
Seinna hendingin var á eini bensinstøð í Havn fyrst í septembur. Maðurin møtti tá einum løgreglumanni, og bað hendan bera einum øðrum navngivnum løgreglumanni eina heilsan og siga, at hann skuldi drepa konu og børn hansara, innan stutta tíð.
Ákærin vísti á, at maðurin fyrr er dømdur fyri harðskap og hóttanir. Hann er dømdur fyri morðroynd móti løgreglumanni umframt harðskap móti løgreglumanni, og tí er neyðugt at taka hesar hóttanirnar í álvara. Maðurin var so seint sum í oktobur 2014 dømdur 10 mánaðir fongsulsrevsing fyri hóttanir móti løgreglufólki og varð leyslatin mitt í august mánaði. Longu nú er hann ákærdur tvær ferðir fyri at hava hótt løgreglufólk og ákærin kravdi tí fongsulsrevsing í 6 mánaðir.
Verjin vildi vera við, at løgreglan ger mismun móti ákærda. Eingin annar fær somu viðgerð av løgregluni, har alt, hann sigur, verður tikið sum álvarsamar hóttanir, vildi verjin vera við.
Verjin vísti á, at allur illviljin hjá ákærda móti løgregluni stavar frá eini húsarannsókn sum varð framd í 2013, sum ákærdi metur vera ólógliga. Síðani tá hevur ákærdi roynt at fingið greiðu á, hvat fór fram undir húsarannsóknini, men metir sjálvur, at hann einki nøktandi svar hevur fingið. Verjin bað um at ákærdi varð fríkendur ella hægst tveir mánaðir í fongsul.
Dómarin valdi at døma mannin fongsulsrevsin í fýra mánaðir. Hann legði dent á, at talan var um ítøkiliga hóttanir, móti navngivum persónum og innan ásetta tíð. Dómarin vísti á, at maðurin hevði tikið samband við løgreglumenninar, hóast teir allir vóru í sivilum klæðum og høvdu frí, tá hóttanirnar vórðu sagdar.
Maðurin hevur verið varðhaldsfongslaður nakað yvir tvær vikur, men varðhaldsfongslingin varð longd, inntil maðurin sleppur inn at sita. Maðurin verður sendur til Danmarkar at sita í morgin.