Amerikanska sendistovan í Kuvait sigur, at tey fara at minka um virksemið á amerikanskum herstøðum í Kuvait.
Ætlanin sambært sendistovuni er at minka virksemi til bert at fevna um "neyðugan aktivitet og almennar hendingar".
Útsøgnin kemur, eftir at fleiri hóttanir hava verið á sosialum miðlum móti amerikanskum herstøðum í landinum.
Tað er tíðindastovan, Reuters, sum ber hesi tíðindi í kvøld.