Tað siga 35 fakfeløg í tíðindaskrivi:
– Arbeiðsgevararnir hótta við, at tey við lóg kunnu gera nýggjar reglur, um fakfeløgini ikki akta.
Júst støðan í dag vísir, at arbeiðsgevararnir virða ikki reglur og siðvenju í fakligum ósemjum og eru til reiðar at taka sterkasta vápnið frá fakfeløgunum, meðan samráðingar eru.
– Landsstýrismaðurin skal sleppa uppskotinum um at tvinga úrvald fólk, sum eru í verkfalli, aftur til arbeiðis.
– Hetta grova álopið á fakfeløgini skal steðgast, siga tey 35 fakfeløgini í felags tíðindaskrivi.
Greitt er ikki enn, hvørji stig fakfeløini fara at taka, um Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, ikki tekur uppskotið aftur.
Fyrr í dag segði Súni Selfoss, at tað fara tey at kunngera seinni í dag ella í morgin.