Franska fakfelagið CGT hevur ávarað um ein verkfall hjá almennum starvsfólkum í tíðarskeiðnum meðan OL er í París.
Tað sigur ein embætismaður hjá CGT sambært tíðindastovuni Retuers.
– Fráboðanin er latin inn í dag, og hon snýr seg um tíðarskeiði frá 15. apríl til 15. september, sigur CGT-embætisfólki Celine Verzeletti á BFM TV.
Fráboðanin snýr seg um øll tænastufólk í heilsuverkinum, lokalum umsiting og hjá statinum.
Eitt møguligt verkfall kann raka leikirnar í franska høvuðsstaðnum.
OL verður frá 26. juli til 11. august.
/ritzau/
##med2##
##med3##
##med4##