Hotspots er nýhugsan!

Fólk hava áhuga í at vita, hvussu nógv tráðleyst internet kostar.

Jú, eg havi tosað við Jean Rygaard, deildarstjóra fyri KT- deildina hjá Høje Taastrup Kommunu. Hann svaraði m.a.: Eitt hotspot kostar 8.000 kr + 5.000 fyri el-ísetan. Henda upphædd verður bert goldin eina ferð. So, talan er ikki um alla verðina av peningi fyri Tórshavnar Kommunu, um mín ætlan gerst veruleiki.

Hotspots røkkir 200 metrar. Ferðin er 180 mps pr. býarøki. Høje Taastrup Kommuna hevur 32 hotspot øki.

Sí umtalu um Hotspots á www.gaming.fo

 

Hetta er nýhugsan á okkara leiðum!

Høje Taastrup hevur gjørt avtalu við “Gratis Danmark” um fígging og rakstur.

“Gratis Danmark” fær peningin inn aftur við lýsingum frá privata vinnulívinum.

Lat okkum gera eina líknandi skipan í Havn!! Vit hava jú Føroya Tele, Vodafone og aðrar KT- fyritøkur í Havn. Sí leinkju til Gratis Danmark HYPERLINK "http://www.gratisdanmark.dk" www.gratisdanmark.dk fyri at fáa meira kunning og váttan.

 

Tráleyst internet er ókeypis!

Hugsa tær til at logga teg inn á interneti á veg til studentaskúlan, í miðbýnum og SMS. Har tú hevur møguleikan fyri, at spæla teldu, lesa teldupost, facebook og fara inn á portalin. Ja, “you name it” hotspots er ókeypis.

Jú, hetta er nýhugsan á okkara leiðum.

 

Vel Levi Mørk á lista C og fá ókeypis internet í Havn.