Hotspots í bussleiðina?

Nú tá ið Innlendismálaráðið hevur meira ella minni noktað, at Tórshavn kommuna skal hava internetsamband uppsett ymsastaðni í miðbýnum í Havn og til ferðandi, tí tað stríður ímóti kommunulógini, fari eg í næstum at spyrja meg fyri hja umsitingini hjá Tórshavnar kommunu, um tað er møguleiki fyri at fáa tráleyst samband í okkara nýggju bussar, sum koma at virka í apríl í ár.

Tað er soleiðis, at Tórshavnar Kommuna hevur gjørt nýggjan busssáttmála við Gundurs Bussar, og tað stríðir ikki ímóti kommunulógini, um tað er ein privatur sum rekur hesa tænastu. Hetta er eisini tað, sum Innlendismálarðið setir sum treyt. So nú burdi verið ein møguleiki, um politiskur vilji er tilstaðar.
Tað verður spennandi at vita, hvat Innlendismálaráðið sigur til fyrispurningin hjá mær um at fáa netsamband í okkara bussleið. Bussleiðin koyrir jú allastaðni, og so tað er ikki bara ein ávísur partur av Tórshavn, sum fær gagn av tílíkari skipan, men øll tey ferðandi og øll kommunan fer at nýta gott av tílíkari skipan.
Gundurs Bussar er jú ein privat fyritøka, sum eisini kemur at reka bussarnar - so nú burdi ikki nakar trupulleiki verið við hesari ætlan. Um so er, ja so er tað óvilji ímóti hesum og einki annað.
Men nú fer málið so enn einaferð til umsitingina við hesum nýggja fyrispurningi um at fáa netsamband til okkara nýggju bussar og síðani til endaliga støðutakan hjá býráðnum. So verður spennandi, um hetta mál er egg ella ungi.
Sjalvur haldi eg, at her burdi kommunulógin verið endurskoðað á øllum hesum øki, ti kommunulógin er ikki nútíðarhósakandi og er alt ov stirvin.
Hvussu kann ein høvuðstaðarkommuna standa seg í kappingini við aðrar kommunur, um ferðandi og við tí fyri eygað at fáa lesandi heimaftur, um vit ikki kunnu fylgja við á hesum øki. Nei, eftir mínum tykki koma vit altíð 30 ár aftan á okkara grannalondum. Í hesum máli er einki undantak.
Talan er bert um hækkan av tænastustøðinum hjá kommunu yvir fyri borgaranum, og her má tað bera til hjá Tórshavnar kommunu at leggjar lunnar undir og styðja einari slíkari tænastu.
Gott nýggjár tit øll.