Hotelstjórin etur dunnu jólaaftan

- Tað hevur týdning at vera saman við familjuni á jólum, sigur Martin Restorff.

 

Hvar verða jólini hildin í ár? 

- Jólaaftan verður hildin hjá systir míni, Katrin. 

Tað sigur Martin Restorff, hotelstjóri.

Fer koronu-farsóttin at broyta tykkara jólatraditiónir?

- Nei.

Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars?

- Jólaaftan eta vit dunnu við øllum tilhoyri og rísalamande. Fyrsta jóladag fari eg at hugna mær saman við beiggja mínum, Jan, sum er heima á jólum.

Keypir tú jólagávur og eru allar komnar í hús? 

- Konan hevur fingið sína, og síðan keypir hon rest.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

- At vera saman við familjuni, hugna okkum og minnast á, hví vit halda jól, sigur Martin Restorff, sum ynskir øllum eini gleðilig jól.