Soleiðis er ætlanin, at hotelbygningurin skal síggja út vestanifrá

Hotellið undir Bryggjubakka er á veg

Hóast lítið hevur verið at frætt um hotellætlanina úti í Bakka í Havn, so er tað ikki tí, at ætlanin er slept.

Soleiðis er ætlanin, at hotelbygningurin skal síggja út vestanifrá

Byggiloyvi er fingið, so øll neyðug loyvi fyriliggja. Onkrar kærur hava verið, men sum skilst, so hevur tað ikki steðgað ætlanini.

 

Tað er íløgufelagið Tjaldur, sum felagið Sp/f undir Bryggjubakka, sum eigur verkætlanina. Felagið eigur økið, sum hotellið skal byggjast á – og felagið eigur eisini grannabygningarnar, gamla Trygd bygnignin innanfyri og gomlu smiðjuna hjá Wenzel Petersen uttanfyri.

 

Talan er um bygning, við 12 íbúðum, og hotellið er eitt íbúðarhotell, har gestirnir leiga sær eina heila íbúð.

 

##med2##

 

- Ætlanin er at veita eitt tilboð til stutttíðar og eitt sindur longri tíðar leigur. Tað skal vera eitt tilboð til ferðandi, ið ynskja okkurt betri enn eitt vanligt hotelkamar, og tey, ið kanska skulu búgva her í nakrar mánaðir, hevur Árni Rasmussen, stjóri í felagnum, áður sagt við in.fo.

 

##med3##

 

 

 

 

 

 

 

Soleiðis er ætlanin, at hotelbygningurin skal síggja út vestanifrá

Hotellið skal byggjast á tóma økinum millum gamla Trygd bygningin og gomlu smiðjuna hjá Wenzel Petersen

Og soleiðis sær bygnignurin út eystanífrá – mót Bryggjubakka