Hotel við 80 kømrum í Klaksvík

Í ár verður farið undir stóra hotellverkætlan í Klaksvík. P/F Christian í Grótinum, sum er nýggjur partaeigari í P/F Gist&Vist, fer ætlandi at eiga ein fimting av hotellinum.

Gist&Vist skal standa fyri rakstrinum av hotellinum, um tær ætlanirnar gerast veruleiki.

Tað verða 80 kømur á hotellinum, ið eftir ætlan verður staðsett við nýggja miðbýarøkið og letur upp í 2023.