Hotel Vágar fær nú eina deild í havn. Tað er matstovan Rio Brao, sum hotellið yvirtekur i morgin.
Uni Danielsen, stjóri á Flogfelag Føroya, sum eigur Hotel Vágar, sigur, at avtalan umfatar bara sjálva matstvouna Rio Bravo. Hini bæði støðini, sum eru í sama bygningi, halda fram við somu leiðslu sum higartil.
Broytingar verða ikki í fyrsta umfari aðrar enn, at Mouldi Manai, sum hevur rikið Rio Bravo, verður skiftur út við leiðaran á Hotel Vágum, Kára Hentze, sum nú fer at vera leiðari á Bio Bravo eisini. Starvsfólkið annars veðru tað sama sum fyrr.
Í fyrsta umfari verður hildið fram á júst sama hátt sum higartil, sigur Uni Danielsen. Jólaborðhaldini eru nakað nær, og eingin grund er til at fara at broyta nakað soleiðis her og nú. Hvat seinni kann fara at vísa seg, vil hann ikki siga nakað um nú.
Uni Danielsen sigur hetta vera eina nátúrliga víðkan av virkseminum hjá Hotel Vágum. Nú hevur hotellið fingið eitt bein í Havn, og tað er jú eingin forðing fyri tøttum samstarvi millum bæði støðini longur, nú fast samband er undir Vestmannasundi.
?Og hvør veit. Knaska kann tað gerast til, at fólk fara at flyta ímillum eiisni og á tann hátt fáa fleiri spennandi og fjølbroyttar uppgávur, sigur hann.
Matstovan fer at hava sama navn og somu innrætting eisini í framtíðini. Uni Danielsen vil ikki upplýsa prísin, sum liggur ímillum.