Í fleiri ár hevur Hotel Norð á Viðareiði skipað fyri almennum jólaborðum.
Jógvan Heinesen, sum rekur hotellið, sigur, at summi ár hava tey havt eitt borðhald, og onnur ár hava tey havt heilt upp í fýra borðhald, tá jólini stunda til.
- Í ár hava vit valt at hava tvey stór og almenn jólaborð. Hitt fyrra verður leygarkvøldið 26. november, og hitt seinna verður leygarkvøldið 10. desember. Í staðin fyri at hava trý ella fýra borðhald, har tað ikki er fultsett, hava vit í ár soleiðis gjørt av, at talan verður um tvey stór og almenn borðhald.
Hann vísir á, at hotellið sjálvandi verður opið fyri øðrum jólaborðum, um arbeiðspláss og fyritøkur annars ynskja tað, men tey bæði, sum her er talan um, eru tey almennu, har skipað eisini verður fyri góðum undirhaldi og dansi.
- Tað verða Hilmar Jan Hansen og Robert Mc. Birnie, sum fara at standa fyri undirhaldinum, og dansinum taka Flemming og Vinmenn sær av, sigur hann.
Jógvan Heinesen sigur, at Hotel Norð hevur 15 dupultkømur, og vanligt er, at øll hesi eru útleigað, tá almennu jólaborðhaldini eru.
- Tí ræður um hjá fólki, sum ætla sær kømur, at siga frá sum skjótast, sigur hann.