Bruttovinnigurin hjá Hotel Atlantic, sum rekur Hotel Hilton Gatden in, var í fjør 2,4 nmilliónir krónur. Starvsfólkakostnaðurin var 5,3 milliónir krónur. Úrslitið áðrenn rentur er minus 3,4 milliónir krónur, sum gevur eitt ársúrslit upp á minus 2,927 milliónir krónur.
Felagið skrivar í ársfrásøgnini, at hotellraksturin hevur fyrstu tíðina gingið betri enn væntað, orsakað av lutfalsliga góðari undirtøku frá fólki, búsitandi í Føroyum, bæði í sambandi við gisting, matstovu og fundar og veitsluvirksemi. Covid19 farsóttin og ferðaavmarkingar hava við sær, at talið av ferðafólkum úr øðrum londum hevur verið ógvuliga avmarkað.
Felagið skrivar, at úrslitið upp á 2,9 mió. kr. í halli eftir skatt er betri enn væntað í fíggjarætlan felagsins. Eginognin pr. 31. desember 2020 er 21,7 mió. kr. og fíggjarstøðan javnvigar við 60 mió. kr. Tøkur peningur var 3,5 mió. kr. við árslok 2020.
##med2##
Orsakað av koronafarsóttini er avtala gjørd um av dráttarskáa fram til árslok 2021, ið ætlandi fer at tryggja gjaldførið í farsóttartíðini.
Fyrstu seks árini hevur móðurfelagið hjá hotellinum, Atlantic Airways, bundið seg til at tryggja, at hotellið megnar at halda sínar fíggjarligu skyldur.
Stjóri í felagnum er Martin W. Restorff
Í nevndini eru: Niels Mortensen, formaður
Allan L. Agerholm
Jóhanna á Bergi
Laila Ísheim Hentze
Marius Davidsen












