Hotel Hafnia verður meiri livandi

Niðast við vegin verður matstova og ein livandi framsíða og ovast uppi verður Panorama við fantastiskum útsýni


Hotel Hafnia skal nú hava eina rættiliga andlitslyfting.

Í hesum sambandi skulu stórar broytingar gerast, sum fara at gera hotellið meiri livandi innbjóðandi hjá ferðafólki og gestum annars.

 

Á fundi í Havn í gjárkvøldið samtykti býráðið einmælt at góðkenna yvirskipaðu byggiætlanina.

 

Sostatt er endaligt punktum sett fyri ætlanini at landið keypir Hotel Hafnina til umsitingarbygning – og á fundinum í gjárkvøldið, fegnaðust býráðslimir um, at hotellið verður eitt livandi pláss, heldur enn ein skrivstovubygningur.

 

Í umsóknini til býráðið verður sagt, at Hotellið hevur ogna sær onkur stykki beint við, men ætlanin er eisini at taka ein part av gamla hotellinum niður og byggja nýtt.

 

Í hesum sambandi er ætlanin at flyta matstovu og køkin niður á veghædd, so tað er lætt bæði fyri gestir og havnarfólk at vitja matstovuna á Hafnia.

 

- Øll niðasta hædd verður ein opin og livandi framsíða, sum skal hýsa hotelvirksemi og tað fer at gera Áarvegin enn meira livandi enn í dag.

 

- Á ovastu hædd verður eitt nýtt Panorama, sum avloysari fyri verandi Parnass og Panorama. Eftir ætlan skal tað nýggja Panorama kunna hýsa einum 150 gestum, sum hava eitt einastandandi útsýni yvir býin, sigur býráðið

 

Ætlanin er at fáa 19 kømur afturat og at tilsamans verða 12 einstaklingakømur, tvær svitur og 55 tveymanskømur. Tilsamans verða 126 sengur, við eyka uppreiðing ber til hýsa 180 gistandi.

 

Tilsaman er hotellið 3.298 fermetrar í dag, men eftir um- og tilbyggingina verður tað 3.415 f ermetrar, ella eitt sindur meira.

 

Hæddin á Hotellinum verður góðar 24 metrar, sum er 75 cm hægri enn í dag.