Ferðamannavinna
? Tað arbeiða ikki við at selja Hotel Hafnia.
Tað sigur ein av eigarunum, Johan Restorff.
Annars hava søgur gingið um, at Hotel Hafnia var til sølu. Onkur fjølmiðil vitsti enna at siga einaferð í heyst, at eitt flogfelag var áhugað í at keypa Hotel Hafnia.
Tað skilst á Johan Restorff, at tað er nakað nógv gjørt av at siga, at hotellið er til sølu.
? Tað er rætt, at vit hava fingið ein fyrispurning um hotellið, sigur hann.
Men hann leggur afturat, at hann heldur ikki, at tað lá so nógv aftanfyri hendan fyrispurningin.
? Eg metti hetta meir sum ein følara, enn sum ein veruligan fyrispurning, sigur hann.
Hann sigur eisini, at tað eru avgjørt ongar samráðingar av nøkrum slag um at selja hotellið og áðurnevnda fyrispurning um at keypa hotellið, hava teir ikki hoyrt meiri til aftur.
Hann vil ikki siga, hvaðani fyrispurningurin kom, men tað vóru frá fólki í vinnuni, sigur hann.
Eitt lívsverk
Johan sigur, at støðan er heldur ikki tann, at teir eru áhugaðir í at selja hotellið sum so.
?Hotel Hafnia er eitt lívsverk og tað er tað ikki bara sum at siga tað at selja. Hann vísir eisini á, at Hotellið liggur sera væl fyri í Havnini og alt samanlagt ger, at talan skal avgjørtvera um tann rætta prísin.
?Vit fara ikki at selja hotellið fyri lítið og lætt bara fyri at sleppa av við tað. Soleiðis liggur landið als ikki, sigur hann.
Tó leggur hann afturat, at alt er til sølu fyri tann rætta prísin, eisini Hotel Hafnia.
Hvat tann rætti prísurin er, vil hann ikki siga.
Men hann viðgongur tó, at tað er rættiliga bundið at hava hotel.
?Eg havi verið á Hotellinum í 40 ár og MC í 30 ár og tað er rættiliga bundið. Men heldur enn at selja hotellið, ætla vit at fáa onkran at standa fyri tí dagliga rakstrinum, so at vit fáa meiri frí og tað arbeiða vit við nú.
Men nær tað verður veit hann ikki, kanska seinni í ár.
Hann leggur eisini dent á, at tann, sum verður settur at standa fyri hotellinum, skal varðveita støðið, sum hotellið er á, og helst lyfta tað enn longri upp.
Hava umsókn liggjandi
Fyri nøkrum árum síðani søkti menninir á Hafnia, saman við øðrum, Tórshavnar Býráð um stykkið at byggja nýtt hotel á Johan Restorff.
? Ta umsóknina hava vit enn ikki fingið svar uppá, men hinvegin er umsóknin ikki tikin aftur, so hon liggur enn í býráðnum.
Hann sigur, at hendir nakað avgerðandi frambrot í føroyska samfelagnum, eitt nú við oljuvinnuni, er gott at vera fyrireikaður. Tað hildu teir tá ið teir søktu, og taðhalda teir enn.
Men enn er ongin olja komin, so, hvussu verður við teimum ætlanunum, veit hann ikki.
Kortini er hann bjartskygdur um framtíðina.
? Vit hava nógvar fyrispurningar til í summar. Nógv av teimum, sum aftur hava bílagt pláss í summar, eru fólk og ferðaskrivstovur, sum vit hava samstarvað við í nógv ár, so tað er hugaligt. So tað er við góðum vónum, at vit ganga summarinum ímóti, sigur Johan Restorff.