Árslitið vísir eitt minus upp á 7,2 milliónir krónur, sum skal samanberast við eitt yvirskot upp á 4,2 milliónir árið fyri.
Bruttovinningurin fór úr sløkum 30 milliónum niður í 25,5 milliónir, og lønarútreiðslurnar fóru úr góðum 20 milliónum krónum upp í 25,5 milliónir krónur.
P/F Hotel Hafnia eigur tey bæði hotellini, Hotel Hafnia og nýggja Hotel Brandan, sum læt upp 1. juli í fjør.
Felagið sigur í ársfrágreiðingini, at byggingin av nýggja Hotel Brandan gekk sum heild væl.
– Upprunaliga ætlanin var taka hotellið í nýtslu hin 1. mai í 2020, men orsakað av Covid-19 varð bygningurin tikin í nýtslu 1. juli í 2020. Staðfesti samlaði kostnaðurin fyri bygningin og innbúgv er nøkulunda sum ætlað, tá hædd er tikiðn fyri tilvaldum íløgum í sambandi við byggingina, skrivar felagið.
Hóast felagið síðani 1. juli 2020 hevur fingið inntøkur frá tveium hotellum, so hevur Covid-19 alheimsfarsóttin ført við sær, at samlaðu inntøkurnar í 2020 stórt sæð eru óbroyttar samanborið við 2019. Ársúrslitið fyri 2020 er eitt hall á 6,6 milliónir krónur, sum er nøkulunda sum væntað, tá hædd verður tikin fyri Covid-19 ávirkanini. Leiðslan arbeiðir loypandi við at tillaga rakstrarútreiðslur felagsins. Ein stórur partur av starvsfólkunum fingu løn útgoldna frá ALS samsvarandi hjálparpakka 1.
P/F Hotel Hafnia hevur ikki fingið lut í nøkrum øðrum hjálparpakka, men hevur saman við lánisotvnum og móðurfelagnum, Smyril Line, gjørt avtalur um, hvussu felagið kemur ígjøgnum verandi truplu støðuna, skrviar felagið.
##med2##
Víðari verður sagt í ársfrágreiðingini, at raksturin higartil í 2012 hevur givið hall, og gjaldføri felagsins er tepurt.
– Í løtuni er trupult meta um, nær sølan kann væntast at hækka aftur. Avgerandi fyri hesum er, nær landamørkini lata uppaftur, og verandi karantenureglar fara úr gildi. Leiðslan vónar at síggja eina byrjandi framgongd á sumri í ár, soleiðis at ársúrslitið í 2021 vónandi verður munandi betri enn í 2020.
– Í sambandi við byggingina av Hotel Brandan varð kapitalur felagsins hækkaður við innskoti upp á 22 milliónir krónur frá móðurfelagnum, Smyril Line. Eginognin við árslok í 2020 er knappar 45 milliónir krónur, sum svarar til ein soliditet upp á 17 prosent. Felagið er partur av einum fíggjarliga sterkum samtaki, og móðurfelagið, Smyril LIine, hevur í sambandi við ársroknskapin fyri 2020 váttað, at tað, um neyðugt, er sinnað at veita felagnum neyðuga gjaldførisfígging í minsta lagi fram til 31. desember í 2021.
##med3##
Og tí verður ársroknskapurin gjørdur við framhaldandi rakstri fyri, sum tað eitur á roknskaparmáli, tá útilini eru so døpur, sum hjá P/F Hotel Hafnia og ferðavinnuni sum heild.
Í ársfrágreiðingini vísir felagið á, at 13. apríl varð lagt fram uppskot til løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við Covid-19 fyri tíðarskeiðið frá og við 1. september 2020 til og við 30. apríl í ár.
– Um felagið fær lut í hesum hjálparpakka, og talan verður um týðandi stuðulsupphædd fyri tíðarskeiðið frá 1. september 2020 til 31. desember 2020, so verður ætlandi rætting gjørd hesum viðvíkjandi fyri roknskaparárið 2020, skrivar felagið.
P/F Smyril Line eigur partapeningin í P/F Hotel Hafnia.
Stjóri er Pætur Trónd Thomsen
Í nevndini eru:
Tummas Justinussen, nevndarformaður
Aimi Justinussen, nevndarlimur
Jákup Sverri Kass, nevndarlimur