Sum tað sæst í aðrari grein her á in.fo, var tað matstovan, Geranium í Danmark, sum nú kann kalla seg besta matstova í danska ríkinum.
Ímillum tær fimm bestu matstovurnar í ríkinum var eisini matstovan, Koks, á Hotel Føroyum.
Og hóast Koks ikki varð besta matstovan í ríkinum, fekk Hotel Føroyar kortini ein stórfingnan heiður.
Hotel Føroyar varð nevniliga kosið at vera besta stað í ríkinum at gista og eta í og tað eru tey fegin um, siga tey á Hotel Føroyum á facebook síðu síni.
Á Koks ynskja tey Geranium til lukku við heiðrinum og halda, at hann er væl uppiborin.
Virðislønin, Hotel Føroyar fekk, eitur ”Årets Bo & Spis 2013” virðislønin.
Tað er Den Danske Spiseguide, sum skipar fyri.











