Hotel Føroyar yvirtikið matstøðini í SMS

Burger King, Sunset, Baresso og Williams nýggjan eigara.

Hesum boðar Hotel Føroyar frá í kvøld.

P/F Dvøljan, sum rekur matstovurnar í SMS – Burger King, Sunset, Baresso og Williams – hevur skift eigara. Hotel Føroyar P/F hevur keypt ognarpartin hjá Havgrími Johannessen (P/F Sakin) í Dvøljuni og eigur nú felagið helt um helt saman við SMS.

Kári Hentze er settur dagligur leiðari av matarstøðunum. Kári Hentze er útbúgvin tænari og hevur drúgvar royndir úr matstovuvinnuni, seinastu tíðina sum innkeypsleiðari á matstovunum hjá Hotel Føroyum.

Virksemið á matstøðunum í SMS heldur fram sum vanligt við verandi starvsfólkum. Sum liður í eini støðugari menning av virkseminum fer nýggja leiðslan kortini at gera smærri broytingar kommandi tíðina.

– Vit vóna at okkara gestir, starvsfólk og starvsfelagar í SMS fara at taka væl í móti nýggju eigarunum, og at vit við smáum broytingum megna at betra um tæntastuna so vit fáa fleiri og nøgdar gestir, sigur Hotel Føroyar í fráboðanini.