Hotel Føroyar yvirtekur Áarstovu

Fyrsta februar yvirtekur Hotel Føroyar samtakið Áarstovu. Gunndur Fossdal verður leiðari, og hann sigur, at teir nú hava eitt fullkomið konsept í samtakinum.

- Við Áarstovu fáa vit eitt fullkomið konsept innan matstovuyrkið.
Tað staðfestir matstovuleiðarin í Hotel Føroyar samtakinum, Gunndur Fossdal.
Teir hava framman undan Gourmet matstovuna á Hotel Føroyum, Brasserie á Hvonn og sushi á Etika.
- Nú fáa vit so tað heimligu, hugnaligu matstovuna í Áarstovu. Hølini eru serstakliga hugnalig og liggja ógvuliga væl fyri. Tú kanst næstan siga, at Áarstova er portrið til Havnina, sigur Gunndur Fossdal.
Hann sigur, at tey hava nógv og dugnalig starvsfólk, og hetta fara tey at gera sær dælt av.
- Áarstova verður tað hugnaliga matstaðið, eitt sindur øðrvísi enn heima, men við heimligum hugna. Vit fara at leggja dent á at fáa hendur á so nógvari føroyskari rávøru sum gjørligt, men annars verður tað klassiskur matur við nýhugsan, sigur Gunndur Fossdal.
Matstovan verður opin frá 18 og út til umleið 22 á vetri, men um summarið verður eisini opið á døgurða.