Hotel Føroyar spílar seg út og nú hevur hotellið eisini keypt helvtina av matstovunum í SMS.
Tað upplýsir hotellið beint nú.
Talan er um matstovurnar Burger King, Sunset, Baresso og Williams, sum nú hava fingið nýggjan eigara.
Hotel Føroyar hevur keypt ognarpartin hjá Havgrími Johannessen matstovunum og hotellið og SMS eiga nú hvør sína helvt av teimum.
Samstundis er Kári Hentze settur at vera dagligur leiðari av matarstøðunum. Hann er útbúgvin tænari og hevur drúgvar royndir úr matstovuvinnuni, seinastu tíðina sum innkeypsleiðari á matstovunum hjá Hotel Føroyum.
Virksemið á matstøðunum í SMS heldur fram sum vanligt við teimum starvsfólkum sum eru, men sum liður í eini støðugari menning, fer nýggja leiðslan kortini at gera smærri broytingar næstu tíðina.










