Hotel Føroyar fimm milliónir í yvirskoti

P/F Hotel Føroyar hevur á aðalfundi 16. apríl 2013 góðkent ársroknskapin fyri 2013.

Ársroknskapurin vísir eitt avlop uppá 4,9 mió.kr. áðrenn skatt.

– Á Hotel Føroyum gleðast vit um aftur at hava yvirskot í rakstrinum, eftir at serlig viðurskifti hava drigið skeivan vegin í 2010 og 2011. Hotel Føroyar hevur annars havt yvirskot øll árini síðani 2001, og útlitini fyri framhaldandi rakstrarligum yvirskot eru eisini jalig, sigur Johannes Jensen, stjóri.

– Virksemið er vaksið gjøgnum árini, og sæst hetta millum annað aftur í, at felagið í 2012 rindaði 29 mió.kr. í lønum, sigur Johannes Jensen.

Felagið hevur í 2012 niðurgoldið skuld við knøppum 6 mió. kr.