Í ár fyllir Hotel Føryar 80 ár, og í tí sambandi verður væl gjørt burtur úr. Samstundis eru liðin 30 ár síðani Hotel Føroyar flutti av Kongabrúnni niðai i Kerjar 2. mai 1983.
Klokkan 10.30 verður móttøka á hotellinum við onkrum leskiligum saman við góðum tónleiki.
Rás2 ger nógv burtur úr degnum (myndin), og senda av hotellinum frá klokkan 9 til 12 við hópin av samrøðum og tónleiki.
Á móttøkuni verður so bók løgd fram um Hotel Føroyar í 80 ár, sum Helgi Jacobsen hevur skrivað. »Hotel Føroyar - meira av tí góða«, er heitið á bókini, sum fylgir gongdini í hotellvinnuni í Havn í 250 ár.
Og sigast má, at nógv fólk hevði leitað sær niðan á hotellið fyrrapartin, har borðreitt var við ymiskum smárættum umframt víni ella juice.
Klokkan nakað í 11 bjóðaði so Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum vælkomin, áðrenn Helgi Jacobsen greiddi eitt sindur frá um bókina.
Síðani segði Poul Michelsen, ið var borgarstjóri, tá hotellið varð bygt og eisini sat í bygginevndini nøkur orð, áðrenn Guðrun Højgaard tók saman um í sambandi við ferðavinnuna.
Eftir hetta var døgurði fyri innbodnum á Koks.








