Hotel Eiði verður viðgerðarheim

Gongst sum ætlað, letur Hotel Eiði upp sum viðgerðarheim fyri ung við rústrupulleikum um einar fýra mánaðir ella so.

 

Við góðari hjálp frá privatum stuðlum hava Martin Kúrberg og Hans Jákup Johansen keypt hotellið, sum hevur staðið til sølu í eina tíð, og nú verður arbeitt við at gera tað klárt til nýggja endamálið.

- Vit ætla, at heimið skal vera eitt viðgerðartilboð fyri ung millum 18 og 24 ár, tí tað vísir seg, at hetta er ein bólkur, ið dettur niður ímillum í viðgerðarhøpi, sigur Martin Kúrberg.

Hann hevur sjálvur drúgvar royndir frá viðgerðararbeiði í Bláa Krossi, umframt at hann er leiðari á Herberginum hjá Frelsunarherinum í Havn.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Martin Kúrberg.