Tað eru tríggir eiðismenn og ein havnadama, sum eru nýggju eigararnir. - Tá Herjón og eg spurdu okkum fyri, og høvdu ætlanir um at keypa, settu Anfinn Kruse og Jóhan K. Joensen seg í samband við okkum, og vit gjørdu av at sláa okkum saman um keypið, greiðir Malan Rubeksen frá. - Tað hevur longi verið ein dreymur okkara. Eg havi drúgvar hotelroyndir av Hafnia, og Herjón hevur verið skipskokkur longi, so tí meta vit okkum at vera før fyri at fara undir uppgávuna.
Renovering og endurnýggjan
Tá tú kemur koyrandi til Eiðis, er eitt tað fyrsta eygað ber við, stóra hotellið, sum liggur ovarlaga í bygdini. Seinastu tíðina hevur tað ikki verið nakað serliga pent á at lýta, tí at kalla ongin máling er á bygninginum. Men hetta er bert ein partur av renoveringsætlanunum hjá nýggju eigarunum. - Uttanfyri skal málast og hampast um, og innanfyri verða eisini stórar broytingar. Vit ætla at kundin skal merkja, at hotellið hevur fingið nýggjar eigarar, sigur Malan Rubeksen.
Broytingar at síggja
Ein av broytingunum verður, at hotellið altíð fer at hava opið. - Vit ætla at fólk altíð skal kunna koma inn, og fáa sær ein bita ella eitt krúss av kaffi. Bygdafólkið skal veruliga merkja, at eitt hotel er í bygdini, og vit vilja gjarna gera okkurt fyri bygdina, fortelur Malan Rubeksen, sum eisini greiður frá øðrum broytingum, sum eru ávegis, og aðrar sum arbeitt verður við.
- Matarskráin verður a la carte, og vit hava eisini bílagt okkum eina ísbarr. Vit fara at hava eina fjølbroytta kaffiskrá, við nógvum ymiskum sløgum av kaffi, umframt kakur av ymsum slag, eisini heimabakstur.
Eitt annað, sum kundin, og serliga tey í matstovuni fara at merkja er, at ein spælikrókur eisini kemur at vera, tá hotellið letur upp. Soleiðis fara øll at kunnu nýta matin í frið og náðum.
Hava søkt um skeinkiloyvi
Eitt, sum enn ikki er komið í rætt lag enn, men vónandi kemur upp á pláss áðrenn alt ov langa tíð, er skeinkiloyvi. - Vit hava søkt um skeinkiloyvi, og vóna at tað kemur í rætt lag innan ikki alt ov langa tíð, greiðir Malan frá, sum eisini vísir á, at tey hava ætlanir um at gera hotellið brúkiligt hjá rørslutarnaðum, tí sum er fáa tey ikki brúkt tað.
Keypsprísur 3,7 milliónir
Í løtuni arbeiða tey á hotellinum av øllum alvi, fyri at fáa alt klárt til reseptiónina, sum verður mánadagin 15. mai. Av fyrstan tíð hevur hotellið havt navnið Hotel Eiði. Men undanfarnu broyttu navnið til Hotel Lonin. Hetta verður við nýggju eigarunum broytt, so nú eitur hotellið aftur Hotel Eiði.
Um tíggju dagar verður so reseptiónin, og aftaná tað fer Hotel Eiði, sum kostaði 3,7 milliónir, at lata upp fyri almenninginum.