Rúni Djurhuus keypti saman við øðrum gamla Hotel Streym, sum nú er liðugt umbygt við nýggjum navni og nýggjum samleika. Hetta er ein dreingjadreymur, sum er vorðin til veruleika, tí í nógv ár hevur Rúni Djurhuus droymt um at lata eitt hotell upp.
– Tá eg fór at læra til kokk í 1999 á Hotel Hafnia, slapp eg at snúsa eitt sindur til hotellvinnuna. Eg bleiv skjótt inspireraður til at hava mítt egna hotell. Mítt fyrsta projekt á kokkaskúlanum var eisini at gera eitt hotell, og tað æt Hotel Djurhuus. Tað hevur verið ein dreymur líka síðan, greiðir hann frá í Sosialinum, sum kemur út í dag.
Hotellið hevur 42 kømur, og tað hevur tríggjar stjørnur. Ætlanin er, at tað skal vera eitt hotell við bíligum prísum, sum er væl egnað til familjur, ung og fólk, sum eru í arbeiðsørindum.
Enn mangla nøkur smáting at gerast, men á hotellinum eru tey klár til at taka ímóti gestum.
– Vit ætla at byggja út næsta ár, soleiðis at har koma eini 15 kømur aftrat. Tað verður spennandi, sigur Rúni Djurhuus.
#med2##
Les meira í nýggjasta Sosialinum, sum kemur út seinni í dag.