Hotel Brandan: Fýrastjørnað grønt hotel við 124 kømrum

Hotel Brandan er nýggja hotellið, sum Smyril Line samtakið hevur bygd á Oknarvegi í Havn – ella uppi í Mexico, sum havnarfólk kallaðu staðið.

Talan er um eitt fýra stjørnað grønt hotel við 124 kømur, fýra fundarhøli, sauna, venjingarhøli, heitar pottar og 130 parkeringspláss.

Í dag var opið hús á hotellinum, nógv fólk nýttu høvi at vitja og síggja næyggja stásiliga hotellið. Fyrstu gestirnir koma mikudagin, tá hotellið letur alment upp.

##med2##

Hotellið er kallað upp eftir Sankta Brandan, sum livdi frá 484 - 577, ið var írskur munkur og fyrsti navnnevndi maður, ið kom til Føroya. Brandan var ein ævintýrari og sigldi víða um høv fyri at kanna oyggjar og lond og skrivaði dagbók frá ferð síni í Føroyum. Brandan sigldi millum føroysku oyggjarnar, hann gekk í fjøllunum og lýsti sera bergtakandi ta vøkru náttúruna. Og harav navnið: Eins og Brandan eru flestu vitjandi á føroyska Hotel Brandan ævintýrarar, sum vitja forkunnugu og einastandandi Føroyar.

##med3##

Edward Fuglø, listarmaður úr Klaksvík, hevur listprýtt hotellið við síni sermerktu og litføgru list, sum er ein grundleggjandi partur av heildarkonseptinum hjá Hotel Brandan.

##ms##