Hotel Bakkin nýggjar eigarar

Ingun og Tórður Poulsen eru nýggju eigararnir av væl kenda hotellinum í Vági.

Ingun og Tórður Poulsen eru nýggir eigarar av Hotel Bakkanum, hesum gamla og væl kenda hotellinum í Vági.



Tey stákast í hesum døgum við at nútímansgera og fríðka um, og longu sæst munur á, og sera snøgt og hugnaligt er inni.



Tey hava sett sær fyri at víðka tilboðini, og fer Bakkin eittnú at hava buffet kvøld, pub quiz, tónleikakvøld og annað. Umframt vanliga matskrá, verða eisini lættari rættir at fáa, og ein kann eisini bara støkka inn á gólvi og fáa sær smootie, ís ella ein kaffikop ella eitt glas av onkrum leskandi,



Bakkin hevur opið, hóast fríðkað verður um.