Undir navninum Hot gav tá 28 ára gamli Johan Mortensen í 1972 út yrkingnasavnið Libido, sum hoyrir til tey djarvastu, sum komu út í sjeytiárunum, hvat sniði viðvíkir. Umframt orðini, hevði uppsetingin nógv at siga í savninum.
Síðani hoyrdist einki aftur frá Hot, tó at Johan hevur verið frammi sum vinnulívsmaður.
Men nú er aftur eitt yrkingasavn komið úr hondum hansara. Tað nevnist Svartur Ælabogi. Uttan at samanbera, so er eisini hesaferð talan um serstakt snið. Líkt japanskum haiku yrkingum. Stuttar og reglurnar eru fáar.
Ferðir og upplivingar uttanlanda og í Sandoynni og á Dímum merkja nýggja savnið