Hósvík fær nýtt trivnaðarøki

- Arbeiðið er byrjað, og nýggja trivnaðarøkið verður eftir ætlan latið kommununi seinni í ár.

 

- Nú er gongd sett á nýggja trivnaðarøkið í Hósvík.

 

Tað vita tey í Sunda kommunu at siga í dag.

 

Nýggja trivnaðarøkið verður við vøllin og kemur at binda vøllin saman við nýggju stóru takterassuni, skúlanum og økinum við dagstovnin í bygdini.

 

Í Sunda kommunu vísa tey á, at trivnaðarøkið hevur verið í útboðið, og fyritøkan Grønt & Grátt kemur at standa fyri arbeiðnum.

 

- Arbeiðið er byrjað, og nýggja trivnaðarøkið í Hósvík verður eftir ætlan latið kommununi seinni í ár, verður lagt aftrat.