Arbeiðið verður gjørt frá 7. til 12. september.
Tá ið kloakkir verða hosufóðraðar, verða rørini umvæld innan. Tá ið hetta verður gjørt, sleppur kommunan undan stríðnum at grava, fylla í aftur og asfaltera. Hetta sparir kommununi nógva tíð og pening, umframt at borgarin sleppur undan, at vegir verða grivnir upp í longri tíðarbil, skrivar Tórshavnar kommuna.
Arbeiðið at hosufóðra ber í sær, at stórar og langar hosur - upp í fleiri 100 metrar – verða lagdar inn í rørini.
Hosan verður vatntett og blást inn í rørini. Síðani stadnar hosan, og eitt spildurnýtt plastrør er bygt undir jørð.
##med2##
Arbeiðsútgerðin kann larma eitt sindur - tó ikki meira enn ein sláimaskina. Ampi kann eisini standast av lukti, løtuna arbeiðsfólkið fóðrar rørini, hevur kommunan áður boðað frá.
Umvælingin við hosufóðring fer fram í gøtunum Undir Pisuvarða, Jónas Broncks gøtu, Fríðrik Petersens gøtu, Bøkjarabrekku, Djóna í Geil gøtu og á Spógvavegnum og Mýrisnípuvegnum.