Fyrrverandi egyptisi forsetin, Hosni Mubarak, er deyður, 91 ára gamal. Egyptiskir miðlar vátta í dag, at Hosni Mubarak andaðist í Kairo.
Mubarak tók við valdinum í Egyptalandi, eftir at Anwar Sadat varð myrdur í 1981. Mubarak sat eisini við valdinum í Egyptalandi í trý áratíggju, til hann undir arabiska várinum varð settur frá í 2011, og Muhammed Morsi varð valdur til forseta árið eftir.
Hosni Mubarak var dømdur og fonglsaður fyri at hava dripið mótmælisfólk undir arabiska várinum, men dómurin var kolldømdur í 2017, og Mubarak var leyslatin aftur.
Mubarak, sum var føddur í 1928, var lagdur undir skurð í januar mánaði. Sonur Hosni Mubarak, Alaa, hevði gjørt greitt, at Mubarak var framvegis innlagdur farna leygardag. Tað er ikki greitt, um skurðviðgerðin hevði nakað við deyða Mubaraks at gera.











